Sætta hvør fyritøka hótt av húsagangi

Sjælland og danski høvuðsstaðurin eru ringast fyri, tá talan er um fyritøkur sum kunnu fara í gjaldssteðg orsakað av fíggjarkreppuni.

Hetta vísir ein kanning sum kreditt- og analysufyritøkan Experian hevur gjørt. Sambært kanningini hava 17 prosent av donsku fyritøkunum nú eina fíggjarstøðu, sum ger at tær kunnu verða hóttar av húsagangi. Hetta er hægsta talið seinastu 11 árini, ið slíkar kanningar hava verið gjørdar. Hevur ein fyritøka bæði undirskot og ein hóttan eginpening, er stórur vandi fyri húsagangi. Bestu ráðini hjá slíkum fyritøkum eru at hava tætt samband við ráðgevarar eins og støða má takast til, hvørt fyritøkan eigur at halda fram ella ikki.