Suðurafrika hevur framvegis stórar sosialar trupulleikar, og ein nýggk frágreiðing vísir, at tað eru serliga kvinurnar, sum eru tapararnir.
Kanningin vísir, at í 1999 vórðu 1.349 kvinnur myrdar í Suðurafrika, men talsmaðurin hjá nevndini, sum hevur gjørt kanningina, sigur við CNN, at talið er uttan iva tað sama í dag.
? Sætta hvønn tíma verður ein kvinna myrd, og í flestu førum er tað maðurin ella sambúgvin, sum er drápsmaðurin. Umroknað eftir fólkatali mrkir tað, at 8,8 av hvøårjum 100.000 kvinnum verða myrdar, og tað er tað størsta talið, sum vit vita um í heiminum, stendur í frágreiðingini.
Verða tølini kannað nærri, sæst, at nógv tær flestu kvinnurnar, sum verða myrdar, eru svartar, og kanningin staðfestir, at minni enn 40 prosent av drápsmonnunum fáa dóm fyri sítt brotsverk. Orsøkin er millum annað vánaligt løgregluarbeiði, og harafturat vísir tað seg, at í fleiri førum verða drápsmálini als ikki ella illa kannað.
Granskararnir, sum hava gjørt kanningina, siga við Reuters, at rúsdrekkamisnýtsla og alt ov løtt atgongd til skotvápn eru ein trupulleiki í teimum stóru býunum, men at arbeiðsloysi og sosialur ójavni eru medvirkandi til morð og harðskap ímóti kvinnunum.