SÍ ætlaði sær at vinna 3-0 og tað helt

(Frá Rás2) Hoyr Inga Ole-Jacobsen hjá SÍ seta orð á trygga 3-0 sigurin á Fleyr

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við SÍ-spælaran, Inga Ole-Jacobsen aftaná Ingi saman við liðfeløgunum hevði vunnið ein lutfalsliga tryggan 3-0 sigur á Fleyr í tí fyrru FM-finaluna.

 

- Vit ætlaðu at vinna 3-0, og tað helt, slær Ingi Ole-Jacobsen fast. Sørvingurin sigur, at tað teir ætla at møta í Havn við sama hugburði aftur til seinnu FM-finaluna, sum verður spæld leygardagin.

 

Ingi Ole-Jacobsen tímir ikki at tosa um skaðar, og teir sum ikki eru tøkir hjá SÍ. Hann staðfestir, at teir halda fokus við tí liðnum teir hava tøkt, og teir ætla ikki at enda í einum gyltum setti leygardagin, men gera slætt borð leygardagin.