Síðsta konsertin við Jens og Kristel

Leygarkvøldið fara Jens og Kristel Lisberg á pall í Trongisvági og hetta verður síðsta konsertin við teimum báðum á palli í hesum umfarinum. Tað er TB, sum skipar fyri konsertini í samband við sín 114 ára stovningardag

Elsta fótbóltsfelag í landinum hátíðarheldur sín 114 ára stovningardag við eini rimmar konsert leygarkvøldið. TB hevur fingið ein av kendu tónleikarunum av Tvøroyri, Jens Lisberg, á pall. Við honum er dótturin Kristel og tey bæði hava havt nakrar stórfingnar og væl vitjaðar gallakonsertir síðstu mánaðirnar.
Konsertin, sum verður í høllini í Trongisvági leygarkvøldið klokkan 20, verður tann síðsta av sínum slag í hesum umfarinum.
Talan er um blandaðan tónleik, tá pápi og dóttur fara á pall; country, rockur, gospel og kanska okkurt annað eisini.
Vanliga byrja Bergur Godtfred og Jens Lisberg konsertirnar við meira troubadourkendum tónum, og soleiðis verður eisini leygarkvøldið.
Jens er kendur sum tónleikari og sangari. Saman við bróðuri sínum, Marner Lisberg, stóð hann í mong ár á odda fyri bólkinum Sputnik. Jens gav síðani út fleiri útgávur í egnum navni. So var friðarligt eina tíð, men fyri stuttum kom savnsfløga.
Kristel hevur gjørt vart við seg við síni sera vøkru rødd. Hon er, hóast sín unga aldur, ein roynd songkvinna við serstakari rødd og hon dugir væl at framføra á palli.
Manningin, ið spælir undir hjá Jens og Kristel, er eitt tyssi av teimum bestu og royndastu tónleikarunum, ið vit finna her á landi.
Í kórinum finna vit Frígerð, Siggu, Barbaru og Maluna. Í tónleikabólkinum eru Ólavur Øster, Kolbein Simonsen, Petur Hermansen, Jónleif Jensen, Jákup Zachariassen, Árni M. og Bergur Godtfred.