Síðsta kommunuppgerðin á hesum sinni

Skála sigur farvæl í Runavík, har NSÍ framvegis hevur møguleika at røkka bronsuplássi

Fótbóltur

 

Í morgin fara skálamenn til Runavíkar, har síðsta kommunuuppgerðin í hesum umfarinum verður á skránni.

Næsta kappingarár fer Skála at spæla í næstbestu deildini. Skála hevur verið í bestu deildini síðani 2002. Fyrsta árið endaðu skálamenn á 8. plássi. So vórðu teir nummar níggju, í 2004 nummar trý, í 2005 nummar tvey, í 2006 nummar sjey, í 2007 nummar seks, og nú flyta teir niður sum nummar tíggju.

NSÍ hevur framvegis bronsumerkini at spæla fyri. Um NSÍ vinnur á Skála, og um tað eydnast B68 at fáa stig í Gundadali ímóti B36, so endar NSÍ á triðja plássi.