Stjórin í Kaupthing, Peter Holm, dugdi mánamorgunin ikki at síggja nakað tekin um, at franska nei'ið hevði nakra búskaparliga ávirkan.
- Tað einasta, ið eg dugi at síggja, er at euroin er viknað eitt sindur í mun til dollarin. Verður dollarin styrktur, verða vit meiri kappingarfør í fiskivinnuni, serliga á upsaøkinum, sigur stjórin í Kaupthing.










