Í annaðkvøld verður konsert í danska høvuðsstaðnum við Súsannu Herálvsdóttir. Súsanna er føroyingur, men er uppvaksin í Danmark. Hennara alskur fyri Føroyum hoyrist aftur í løgunum, sum kunnu upplivast á soundcloud-síðu hennara: soundcloud.com/susannaheralvsdottir
Súsanna skrivar bæði orð og løg sjálv, og er talan um sorgblíðar, intensar og til tíðir rokkuttar tónar. Tá hon framførir, hevur hon sjáldan meiri enn ein gittara við sær á pallinum, men á konsertini í annaðkvøld spælir hon saman við einum bólki, soleiðis at vit fáa bæði trummur, bass, gittar og klaver aftrat rødd hennara.
Konsertin týskvøldið 14. mai verður í Trinitatis Natkirke tann 14. mai klokkan 20.00 danska tíð.
Herfyri kunngjørdi Súsanna eitt nýtt sjónbandalag, sum tú kanst síggja á leinkjuni niðanfyri.
Mynd: Skermprent úr sjónbandalagnum Touch The Ground










