Súsanna Danielsen: Sirið eigur ábyrgdina

Málið um havnaútbyggingina í Havn tykist ongan enda taka. Nú er tað komið fram, at landsstýriskvinnan í Heilsumálaráðnum, ið hevur ábyrgdina av málinum, ikki hevði góðkent ætlanina áðrenn hon bleiv send til Tórshavnar Kommunu.

 

Súsanna Danielsen, fyrrverandi stjóri í Løgtinginum, undrast á mannagongdina í málinum.

 

-Sambært tí mannagongd, ið eg kenni til, so er tað ikki vanligt at útdelegera slík mál, sigur Súsanna Danielsen, fyrrverandi løgtingsstjóri.

 

Súsanna Danielsen heldur tað verða løgið at eitt so stórt mál sum havnaútbyggingin er farin niðureftir í skipanini, tí vanlig siðvenja, sum hon veit um, er at landsstýrisfólkini saman við møguliga saman við aðalstjóranum umsita tey.

 

- Tað er møguligt, at mannagondir eru broyttar, men vanliga tá eitt mál kom fyri í t.d. Býarskipanarnevndini, so kom tað upp í samgonguni, sigur Súsanna Danielsen.

 

Súsanna Danielsen metir, at ábyrgdina av hesum eigur landsstýrisfólkið, í hesum føri Sirið Stenberg.

 

Góðkenningin til útbyggingina fór út úr Heilsumálaráðnum langt síðan. Hvussu kann tað bera til, tá landsstýrisfólkið ikki góðkendi avgerðina áðrenn hon var givin, lat málið liggja so leingi áðrenn hon gjørdi nakað við tað. – Tað kann eg illa svara uppá, sigur Súsanna Danielsen. Møguliga tí hon tekur undir við tí, men tað mugu tit spyrja hana um, sigur Súsanna Danielsen, fyrrverandi løgtingsstjóri.