Fjallasúkkling
Eitt sindur seinkaðir fóru teir súsandi avstað, beint eftir middag leygardagin. Átta súkklarar høvdu sett sær fyri at súkkla í Viðarlundini um Føroyameistaraheitið í criterium fjallasúkkling.
Criterium súkkling er styttri teinurin, ið verður súkklaður í fjallasúkkling í Føroyum, og tað er hendan súkkling, sum var leygardagin í Viðarlundini.
Cross Country súkklikappingin – sum er longri teinurin – varð súkklaður fyri vikum síðan, og ta kappingina vann Gunnar Dahl Olsen.
Tí var hann favorittur, tá farið var avstað frá Listaskálanum eitt sindur eftir klokkan 12 leygardagin.
Teinurin, ið skuldi súkklast var 40 minuttir og ein umgang afturat. Tað vil siga, at túrurin runt Viðarlundina fyrst skuldi súkklast í 40 minuttir, og tá fremsti súkklarin eftir at tíðin var farin, kom um málið, høvdu allir súkklararnir ein umgang ella 1,4 kilometrar eftir. Óansæð, um teir høvdu súkklað 7, 8 ella 9 umgangir frammanundan.
Larmur í Viðarlundini
Millum trøðini er rættiliga torført at síggja súkklararnar, men ljóðið er at kenna aftur. Tað bæði knakar og brakar í gøtunum í Viðarlundini, har teir átta súkklararnir koma súsandi. Fyrsta pettið royna Sigmund Olsson, Andrass Joensen og Høgni Øster at hanga í Gunnari Dahl Olsen, men tá næsti umgangur er lagdur aftur um bak, er Gunnar Dahl Olsen greitt á odda, og eftir tað gerst bara longur í millum veteranin og restina.
Avbjóðandi ruta
Teinurin, ið verður súkklaður, er einans 1,4 kilometrar, men á teininum eru fleiri ymiskar avbjóðingar.
Við minnisvarðan – mitt í viðarlundini – er avbjóðingin at koma oman gjøgnum trongu trappurnar. Allir stíga av súkkluni eitt pettið, tí tað er ikki súkklandi, men summir seta seg aftur á súkkluna, áðrenn trappurnar eru lidnar.
Niðanfyri listaskálan eru eisini einar trappur, og tær mugu súkklararnir niðan ígjøgnum. Ongin hættar sær at súkkla niðan gjøgnum tær, so aftur har mugu súkklararnir av súkkluni.
Restina av teininum ber til at súkkla, og har gerst ferðin rættiliga høg. Tað er serliga á hesum longru teinunum, at tað eydnast Gunnari Dahl Olsen at fara longur frá hinum súkklarunum og tryggja sær sigurin framman fyri Andrass Joensen og Høgna Øster.









