Sørvágur skal hava nýggja vøggustovu

Í løtuni verður ein gongutunnil lagdur í vegin, sum gongur millum Alvalon og økið, har nýggja vøggustovan í Sørvági skal byggjast.

 

Kommunurnar í Vágum samstarva um eitt nú barnavernd, eldraøki, ferðavinnu og 10. flokk, sum er felags fyri báðar kommunurnar.

Borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Aimé Jacobsen, heldur, at samstarvið hevur verið gott og hevur tænt báðum kommununum.

Kommunurnar starvast hvør sær um dagstovnaøkið, og her er barnagarðurin Alvalon í Sørvági vorðin ov lítil. Tískil skal nýggj vøggustova nú byggjast.

Frítíðarskúlin í Sørvági, sum er í gomlu sýslumansskrivstovuni, er partur av Alvalon, men er ikki í sama bygningi. Húsini verða eisini brúkt sum ungdómshús.

Nýggja vøggustovan skal byggjast hinu megin vegin við Alvalon, og tískil verður nú ein gongutunnil bygdur undir vegnum, soleiðis at lættari verður at ganga ímillum stovnarnar.

Aimé Jacobsen sigur, at vøggustovan er ikki boðin út enn, men lendið er gjørt klárt, og hon vónar, at arbeiðast kann skjótt, soleiðis at hølistørvurin verður loystur. 

- Vit høvdu sett pengar av til stovnin í ár, men hesir pengar verða ikki brúktir. Eg vóni, at nýggja vøggustovan stendur liðug næsta ár, men tað tori eg ikki at lova.

Borgarstjórin leggur aftrat, at tað eru nakrar kjarnuuppgávur, sum mugu loysast, og hesar eru eitt nú innan barnaøkið, skúla-og eldraøkið.