Sørvágs kommuna hevur á fundi samtykt fíggjarætlanina fyri 2008. Hon javnvigar við 36,1 mió. krónum Skattaprosentið í Sørvágs kommunu næsta ár verður óbroytt 20,5, sum er tað sama sum í ár. Barnafrádrátturin verður 4000 krónur.
Bygdaráðið metir, at tað fer at kosta 22,6 mió. krónur at reka kommununa næsta ár. Til íløgur hevur bygdaráðið játtað 13,6 mió. krónur. Væntaða skattainntøkan í 2008 er 27,1 mió. krónur.
Sørvágs kommuna sigur á heimasíðuni, at tað er ein sannroynd, at aktiviteturin innan byggivinnuna er sera stórur í hesum tíðum. Bygdaráðið metti ikki at tað var ráðiligt at gera eins stórar íløgur í komandi ári, sum í skjótt farna. Kommunan fer at halda fram við at gera íløgur í byggibúning og vatnveitingina. Eisini er peningur settur av til smærri umbyggingar av Sørvágs skúla.
Seinastu árini hevur nógv virksemi verið av at fríðka bygdirnar, eisini í ár er peningur settur av til hetta endamálið, sigur kommunan.










