Súrlig samanbering av súreplum við bananir

Fýra súrir býráðslimir hava í lesarabrævi teknað eina undarliga og óveruliga mynd av fíggjarligum viðurskiftum í Tórshavnar kommunu

Súr menniskju spjaða vanliga eina keðiliga og stundum undarliga kenslu til onnur í sínum umhvørvi.

Hetta ger seg galdandi í einum lesarabrævi í vikuni, har fýra limir í Tórshavnar býráð hava sligið seg saman at gera eina súrliga markering um fíggjarlig viðurskifti í Tórshavnar kommunu.

Markeringin vísir mest av øllum, hvussu lítla føling hesir fýra býráðslimirnir hava við veruleikan hjá borgarum í Tórshavn.

Hóast lesarabrævið er rættiliga primitivt í innihaldi, vil eg gera nakrar stuttar viðmerkingar til innihaldið.

Gjald fyri ravmagn skal avmarkast
Tað eru teir fýra – Anfinn Brekkstein, Sjúrður Olsen, Jan Christiansen og Vagnur Johannesen – ið koma við atfinningum.

Í fyrsta lagi finnast teir at mær sum borgarstjóra, tí eg saman við einum meiriluta av kommunalpolitikarunum í Føroyum havi mælt Elfelagnum SEV til at endurskoða sína fíggjarætlan, ið leggur upp til príshækkingar.

Tað tykist, sum teir fýra ikki duga at síggja, at tað er steinur oman á byrðu hjá púra vanligum fólki og familjum at fáa eitt stórt eyka gjald frá SEV.

Tíðirnar eru avbjóðandi fíggjarliga, og tí skal eitt slíkt hækkandi gjald í besta føri avmarkast og helst útsetast, til tíðirnar batna.

At SEV eftir boðum frá kommununum, ið eiga SEV, ger eina roynd at finna sparingar og gera rationaliseringar, so rokningin ikki pr. automatikk verður útskrivað og send kommunum og borgarum, er ikki meira enn rímiligt.

Hetta, at teir fýra býráðslimirnir súrliga ynskja, at el-gjaldið skal hækka, má standa fyri teirra rokning. Ikki mína.

Góð semja fyri Føroya land
Hin atfinningin móti mær sum borgarstjóra er, at eg havi loyvt mær at fegnast um, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum herfyri komu til eina semju, ið ber í sær, at løntakarar fáa eina generella lønarhækking á 1 prosent.

Teir fýra halda, at henda útsøgn hongur ikki saman við ynskinum um, at SEV skal spara kommunur og borgarar fyri útreiðslur.

Hetta er at samanbera súreplir við bananir. Prísurin fyri ravmagn og sáttmálin á arbeiðsmarknaðinum hava onki við hvørt annað at gera. Einasti felagsnevnari teirra millum er, at hesi bæði kunnu spara kommununi fyri útreiðslur, og tað er positivt. Øll vita jú at sáttmálin á eitt prosent kundi verið nógv dýrari, um illa vildi til.

Fyri at skera mín boðskap út í papp, skal eg loyva mær enn eina ferð at fegnast um sáttmálan á arbeiðsmarknaðinum. Hann kundi sum nevnt kostað kommununi nógv meira, um úrslitið av samráðingunum bleiv øðrvísi.

Tað er eisini at fegnast um, at Føroya land slapp undan einum lemjandi arbeiðssteðgi, ið eisini hevði kunnað kostað kommununi og øllum samfelagnum dýrt.

At teir fýra býráðlimirnir ikki duga at fegnast um hesi viðurskifti, stendur fyri teirra egnu rokning. Ikki mína.

Ósannindi um fíggjarstøðuna
At enda ein stutt viðmerking til eini ósannindi frá teimum fýra.

Teir nevna í lesarabrævi sínum, at Tórshavnar kommuna í ár kemur út við einum halli á 52 milliónir krónur.

Tað er rætt, at kommunan í fíggjarætlanini fyri 2010 setti sær fyri at taka lán á 51 mió. kr., men sum hesir fýra væl vita, hevur higartil ikki verið neyðugt at taka hetta lán.

Orsøkin til, at andstøðan í býráðnum er so súr í hesum døgum, er, at hon ikki sjálv hevur sitið við borðendan og avgreitt fíggjarætlanina hjá Tórshavnar kommunu.

Fíggjarætlanin fyri 2011 hongur væl saman við einari góðari javnvág millum at vera virksemisskapandi og tálmandi. Hon skapar fyritøkum í kommununum arbeiði í einari truplari tíð, og tálmaði raksturin er soleiðis samansettur, at borgarar merkja sum minst til tað.

Hetta er rætti politikkurin í einari truplari tíð, men fyri teir fýra andstøðupolitikararnar eru berini vorðin súr.

Teir vildu nevniliga ikki vera við til at smíða hesa fíggjarætlanina, ið peikar frameftir fyri Tórshavn.