Verjumálaráðharrin í Sýrialandi, generalurin Daoud Rajha, doyði í dag, tá ein sjálvmorðsbumbumaður søkti at skrivstovuni hjá trygdarstovninum í miðbýnum í høvuðsstaðnum Damaskus.
Tað var tað almenna sýriska sjónvarpið, sum bar tíðindini.
Keldur hjá fronsku tíðindastovuni AFP siga, at verjumálaráðharrin (myndein) hevði verið á fundi við nakrar týðandi embætismenn, og at nakrir av embætismonnunum vórðu særdir í atsóknini og fluttir á sjúkrahús. Sambært keldunum var innanríkisráðharrin, Mohammed al-Shaar, eisini særdur.
Bardagar hava verið ymsastaðni í Damaskus í dag, og eldur er í einari herstøð nærhendis forsetaborgini. Tey, sum royna at fella stýrið, siga, at tann seinasti bardagin um høvuðsstaðin er byrjaður, men tað avsanna myndugleikarnir.










