Sýrialand stendur fyri skotum

Fleiri altjóða leiðarar finnast hvassliga at stýrinum í Sýrialandi, tí tað fer so harðliga fram ímóti mótmælisfólki. Ban Ki-Moon, ST-aðalskrivari, og Barack Obama, forseti, átala hvassliga, at trygdarhermenn skutu eftir mótmælisfólki í gjár.

Sagt verður, at hermenninir skutu inn í mannamúgvurnar, sum mótmæltu stýrinum í Damaskus og kravdu Bashar al-Assad, forseta frá, og at millum 80 og 100 fólk lógu eftirá.

Bretski uttanríkisráðharrin, William Hague, hevur eisini funnist at sýriska stýrinum, og tað sama gjørdi danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, í dag.

Fyribils er einki, sum bendir á, at útlendsku atfinningarnar ávirka stýrið í Damaskus. Í dag skutu trygdarhermenn eftir minst tveimum líkfylgjum, og sambært tíðindastovunum lótu 12 fólk lív.