Sýri ákærdur fyri yvirgangsætlan í Keypmannahavn

Í dag byrjar rættarsak móti sýra, sum er ákærdur fyri ætlanir um at leypa á fólk í danska høvuðsstaðnum

Í dag byrjar rættarmál í býarrættinum í Keypmannahavn móti einum 31 ára gomlum sýra, sum er ákærdur fyri ætlanir um at leypa á tilvildarlig fólk í danska høvuðsstaðnum við knívum og bumbum. Tað skrivar DR á heimasíðu teirra.

 

Sambært ákæruskrivinum hevði 31-ára gamli sýrin fingið ein tá 21-ára gamlan sýra at hjálpa sær at fáa til vega svávulpinnar, knívar, fýrverk, battaríir og walkie-talkies til at fremja atsóknina, sum eftir ætlan skuldi fara fram í november 2016. Yvirgangsatsóknin eydnaðist tó ikki, tí tann 21-ára gamli varð handtikin í Týsklandi á veg til Danmarkar har hann varð dømdur seks og eitt hálvt ára fongsulsrevsing.

 

31-ára gamli sýrin varð handtikin av donsku løgregluni í desember 2017, og hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan. Sýrin, sum hevði biðið um friðskjól í Svøríki, legði ætlanina saman við einum fyribils ókendum gerningsmanni.

 

Maðurin noktar seg sekan.