DR1 vísti í gjár seinna part av sendingini hjá Søren Ryge úr Føroyum.
Søren Ryge vitjar í sendingini í Føroyum saman við virðislønta violinistinum, Rune Tondsgaard Sørensen, sum er hálvur føroyingur. Hann og tónleikavinir hansara spæla tónleik á ymsum støðum í Føroyum. Teir vóru ífyrra parti í Tjørnuvík.
Í seinna parti vitja teir m.a. í Kirkjubø. Her støkka teir inn á gólvið hjá Trónda og Borgny Patursson, sum høvdu bjóðað inn til grind, spik og epli. Tað stuttliga var, at hesi trý hittust nú aftur eftir 20 ár, tá Søren Ryge var í Føroyum og gjørdi sjónvarp í 1998. Tá varð hann so hugtikin av morreyðu troyggjuni hjá Trónda, sum Borgny hevði bundið honum. Tí gav hon honum eina líknandi troyggju, og hetta er sama troyggja, hann hevur verið í í nógvum av sendingunum, og hann var eisini í henni í hesari sendingini.
- Hendan troyggjan er lívsviktig fyri meg! Henni havi eg gingið í nógvar dagar um árið øll tey 20 árini, eg havi havt hana. Sær hon ikki fín út? Eg havi ikki vaskað hana ella nakað, júst sum tú segði, sigur Søren Ryge við Borgny Patursson.
Søren Ryge gjørdi í fjør eina sending, har hann umrøður allar troyggjur í lívi sínum. Har metir hann, at hann hevur í minsta lagi gingið í troyggjuni frá Borgný 100 dagar um árið seinastu 20 árini.
Hygg at seinna parti av sendingini “Søren Ryge: Musik På Færøerne” her.










