Sær lættari út í sjónvarpinum

Russiski framherjin hjá Arsenal, Andrei Arshavin, er eftir ein mánað í enska felagnum komin til ta niðurstøðu, at fótbólturin í Premier League sær lættari út í sjónvarpinum, enn hann er í veruleikanum.

Undir EM-endaspælinum í summar hugtók Andrei Arshavin sjónvarpshyggjarar um alt Europa við sínum spæli, og tí var ikki løgið, at fleiri feløg fóru at sýna honum áhuga. Tað gjørdist Arsenal, ið vann ta kapprenningina, so Arshavin í vetrarsteðginum skifti frá Zenit St. Petersborg til Arsenal.

Nú hann so hevur verið í London og enskum fótbólti í ein mánað, er hann komin eftir, at tað er ikki so lætt at gera vart við seg á ensku vallunum, sum hann helt frammanundan.

Higartil hevur hann verið á vøllinum fyri Arsenal í trimum dystum á rað, men enn er ikki eydnast honum at skora nakað mál fyri sítt nýggja felag, hóast hann í smáum løtum – og framvegis eitt fitt petti frá sínum frægasta formi – hevur víst, hvat hann dugir við bóltinum.

– Eg vildi helst fingið eitt mál sum skjótast. Øll væntaðu av mær, at eg skuldi skora í mínum fyrsta dysti, men tað geri eg ongantíð. Og her hevur einki víst seg at verið lætt og einfalt, so eg má bara brynja meg við toli og gera ein harðan innsats, sigur Andrei Arshavin.

Í fyrrakvøldið eydnaðist honum at leggja upp til eitt mál í útidystinum hjá Arsenal ímóti West Ham, og tað var eftir henda dystin, at hann yvir fyri heimasíðuni hjá London-felagnum viðgekk, at enskur fótbóltur sær øðrvísi út í lenistólinum heima í stovuni:

– Heima í Russlandi hugdi eg nógv eftir enskum fótbólti í sjónvarpi, og skal eg siga sum er, sá tað rættiliga lætt og einfalt út. Men nú eg havi verið tríggjar ferðir í dysti, dugi eg at síggja, hvussu dynamiskur og harður enski fótbólturin er, sigur Arshavin.

 

 

 

MYNDATEKSTUR:

Andrei Arshavin hevur eftir ein mánað í Arsenal funnið útav, at enskur fótbóltur ikki er so lættur í veruleikanum, sum hann sær út til at vera í sjónvarpinum