Sær dapurt út í fiskavirkisvinnuni í Føroyum

- Var eg ungur, hevði eg ikki farið á gólvið á einum fiskavirki at arbeitt. Ungdómurin hevur so nógv útbúgvingar-og arbeiðstilboð, at fiskavirkini standa seg slett ikki í kappingini um føroysku arbeiðsmegina. Gera vit ikki sum íslendingar og norðmenn og í nógv størri mun fáa okkum útlendingar inn á virkini, hava vit onga fiskavirkisvinnu í Føroyum um nøkur ár, sigur Andreas F. Hansen, sum hevur drúgvar royndir í føroysku fiskavirkisvinnuni, bæði sum virkisleiðari og formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag

Fiskavirkini

 

Andresa F. Hansen er ikki longur virkisleiðari á Sandoy Seafood, har hann hevur starvast seinasta hálvt triðja árið. Magnus Jespersen er maðurin, sum hevur ábyrgdina av virkjunum í Sandoynni. Andreas er heldur ikki formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag longur. Har var hann formaður í eini tvey ár. Nýggjur formaður er Símun Jacobsen, ið starvast sum søluleiðari hjá Faroe Seafood.

- Enn havi eg ikki tikið avgerð um, hvat eg fari at takast við, ei heldur um tað verður fiskur ella annað, sigur hann.

 

Er illa vorðið

Andreas F. Hansen heldur, at tað stendur rættiliga illa til í føroysku fiskavirkisvinnuni.

- Tað er truplari í ár enn seinastu undanfarnu árini, sum heldur ikki vóru nakað serlig. Nú er tað serliga ráfiskanøgdin, sum er ein stórur trupulleiki – og trotið á arbeiðsmegi, tá fiskur er. Toskurin minkar og er minkaður nú í fleiri ár. Eisini hevur minni verið at fingið av upsa í ár. Várið var á eini leið, men síðan í apríl hava skipini fingið minni. Tað er einki óvanligt, at summarið er heldur slakt til útboð av fiski, eitt nú tí, at nøkur skip eru á gulllaksi. Hinvegin skuldi fiskiskapurin eftir upsa verið komin uppaftur, nú vit nærkast hálvum oktober. Men útboðið av fiski hevur verið munandi minni í summar og higartil í heyst enn somu tíð í fjør.

Andreas sigur, at tá útboðið er so lítið, bæði av toski og upsa, hækka ráfiskaprísirnir. Tað ger ikki støðuna betri, at dollarin er metlágur, sum aftur førir til, at alska pollokurin og onnur fiskasløg úr Ameriku kunnu seljast bíligari á evropeiska marknaðinum.

- Toskafiskiskapurin undir Íslandi er eisini minkaður. Íslendingar eru vanliga raskir í feskum fiski, og tá útboðið í eitt nú Bretlandi av feskum fiski er lítið, veksur áhugin hjá bretum at fáa feskan fisk úr Føroyum. Tí noyðast føroyskir fiskaframleiðarar eisini at kappast við bretska marknaðin um feska fiskin.

Hann sigur, at støðan á føroyska marknaðinum ger, at ráfiskaprísurin er ov høgur í mun til, hvat kann fáast fyri lidnu vøruna í útlandinum.

 

Trot á arbeiðsmegi

- Tað er uppaftur truplari at halda upp á arbeiðsfólkið, tá fiskaarbeiði aftrat gerst óstøðugt, og inntøkan harvið eisini minkar. Ógvuliga torført hevur verið at fingið nóg mikið av fólki, tá fiskaarbeiði hevur verið rímiliga støðugt, men uppaftur verri er – og verður – tá ov fáir tímar eru til tey, sum skulu liva og virka í hesi vinnu.

Eingin tilgongd av ungum fólki er í føroysku fiskavirkisvinnuni.

Andreas sigur, at hann er rættiliga sannførdur um, at miðalaldurin á føroysku arbeiðsmegini, sum arbeiðir í fiskavirkisvinnuni í dag, liggur tætt upp ímóti teimum fimti árunum.

- Hesi fólk hava drúgvar royndir og eru serstakliga dugnalig, men tey, ið eru eftir, eru bara alt ov fá, sigur hann.

Vit spurdu eisini fyrrverandi fiskavirkisleiðaran, um tað er hugsandi, at vit í framtíðini fara at manna føroysku fiskavirkini við útlendskari arbeiðsmegi burtur av?

- Eg veit, at bæði í Íslandi og Noregi eru virkir, sum burtur av eru mannað við útlendskari arbeiðsmegi á gólvinum. Leiðan er úr heimlandinum. Tað eru í minsta lagi eini 6-7 ár síðan, at hetta mynstrið byrjaði í Íslandi.

Andreas er sannførdur um, at taka okkara myndugleikar ikki annað skinn um bak og lata upp fyri útlendskari arbeiðsmegi til føroysku fiskavirkini, gongur ikki long tíð, til vit onga fiskavirkisvinnu hava í Føroyum.

- Sum gongdin er í løtuni, steðgar henda framleiðsla av sær sjálvum, leggur hann aftrat.

 

Ikki hug til fisk

Fyrrverandi formaðurin í Føroya Ráfiskakeyparafelag ásannar, at unga ættarliðið í Føroyum hevur ikki hug at standa á einum fiskavirkisgólvi.

- Soleiðis er tað bara, og hesum mugu vit liva við og innrætta okkum eftir – antin vit vilja tað ella ikki. Ungdómurin hevur øll møgulig útbúgvingar-og arbeiðstilboð. Tað er bara at hyggja í bløðini; tú finnur einar 20-30 lýsingar hvønn dag, har søkt verður eftir arbeiðsfólki til eitt og annað, sum ikki hevur við fisk at gera. Útbúgvingartilboð og tænastuvinna av ymiskum slagi draga ungdómin til sín, og eisini bankar ein møgulig oljuvinna á dyrnar.

Andreas dylur ikki, at var hann ungur í dag, hevði hann heldur ikki vígt sítt lív til eitt fiskavirkisgólv.

- Var eg ungur, hevði eg gjørt júst tað sama, sum okkara ungdómur ger. Eg hevði leitað aðrar vegir enn til fiskavirkisvinnuna, og soleiðis er tað bara. Tað er tungt og einstáttað at arbeiða í fiski. Nýggja ættarliðið leitar aðrar vegir, og tað er væl skiljandi. Hetta mugu vit bara ásanna og gera nakað við. Skulu vit framhaldandi hava eina fiskavirkisvinnu í Føroyum, mugu vit hava onnur fólk at gera tað arbeiði, sum fjøldin av ungdóminum ikki hevur hug til.

Hann sigur seg skilja føroyskan ungdóm sera væl.

- Fólk hava hug at gera okkurt annað. Tøknin er tiltalandi, og tað eru útbúgvingarnar, bæði í Føroyum og uttanlands, eisini. Men hesum kunnu tey, sum hava ábyrgdina av føroysku fiskavirkjunum, ikki liva við.

Eingin kapping

Andreas F. Hansen er sannførdur um, at útlendska arbeiðsmegin á føroysku fiskavirkjunum fer ikki at kappast við føroysku arbeiðsmegina.

- Tá okkum vantaði fólk á Sandoy Seafood, tóku vit fundir við arbeiðarafeløgini í oynni, men tey høvdu einki fólk at vísa okkum á. Vit lýstu í Útvarpi Føroya, men tað gav einki úrslit. Eingin meldaði seg at koma til arbeiðis hjá okkum. Tískil vantaði okkum nógv fólk, tá mest var at gera, og hetta kostaði okkum nógvan pening í mistum inntøkum.

Á Sandoy Seafood hava tey eisini verið noydd at senda fisk óvirkaðan av landinum, tí ov lítið var av fólki at virka fiskin til dýrari fiskavørur.

- Í stuttum er støðan hon, at antin manna vit fiskavirkini – ella manna vit tey ikki. Velja vit tað seinna, er einki annað at gera enn at lata virkini aftur, sigur hann avgjørdur.

Andreas er púra samdur við Meinhardi Jacobsen, stjóra í Føroya Fiskavirking, at tað gongur alt ov seint hjá politisku myndugleikunum at broyta mannagongdina, so lættari verður hjá føroyskum fiskavirkisleiðslum at fáa neyðugu arbeiðsmegina til landið.

- Teir siga um tríggjar mánaðir og aftur um tríggjar mánaðir, men tað hendir bara einki. Higartil er alt bara vorðið til tos og aftur tos. Tú kanst tí ikki trúgva tí, sum politikararnir siga í hesum máli, og tað er ov vánaligt, slær hann fast.

 

Stuðulskipanin

Fyrrverandi fiskavirkisleiðarin vísir á, at hóast vit hava eina fiskavirkisskipan, sum gevur ískoyti til veruligu inntøkuna hjá teimum, sum arbeiða á fiskavirkjunum, so er hetta ikki nóg mikið til tess at halda fólki til virkini.

- Mær dámar ikki best slíkar stuðulsskipanir, men tað er ein veruleiki, at vit hava eina slíka – og so kortini vantar fólk á flestu virkjum, tá fiskur er, sigur Andreas F. Hansen, sum heldur, at útlitini hjá okkara fiskavirkisvinnu í løtuni eru døpur.