Säpo:Tað var yvirgangur

Svenska trygdarløgreglan, Säpo, viðger spreingingarnar í Stockholm í gjár sum yvirgang. Säpo vil kortini ikki siga, um samband var millum tær báðar spreingingarnar, sum vóru í miðbýnum seinnapartin.

Trygdarløgreglan vil heldur ikki vátta tíðindini um, at talan var um ein sjálvmorðsbumbumann. Fjølmiðlarnir hava sagt, at maðurin hevði seks bumburør uppi á sær, men at bara eitt teirra brast.

-Tað er kortini eingin ivi um, at talan var um yvirgang, sigur Anders Thornberg hjá trygdarløgregluni við fjølmiðlarnar. Hann vil heldur ikki siga, hvør bumbumaðurin var, tí tey avvarandi hava ikki fingið boð um tað. Týska blaðið Bild skrivar, at bumbumaðurin var úr Irak.

Svenska løgreglan hevur boðað frá, at í framtíðini verða fleiri løgreglumenn at síggja í miðbýnum í Stockholm, og at løgreglan verður serliga væl umboðað í stórum handilshúsum og aðrastaðni, har nógv fólk eru. Samstundis hevur løgreglan biðið fólk siga frá, um tey síggja nakað illgrunasamt, ella um tey vita nakað, sum kann hava samband við tær báðar spreingingarnar í gjár.