Báðir hava verið raktir av skaðum, men nú tykjast teir veruliga vera komnir fyri seg. Í vikuskiftinum byrjaðu teir báðir ímillum teir fyrstu ellivu fyri 2. liðið hjá AaB, og her spældi Jón Rói í á leið ein tíma, meðan Súni spældi allan dystin. Sum skilst, so gekst væl hjá føroyingunum í hesum dystinum, og Súni Olsen var eisini maðurin aftanfyri bæði málini hjá AaB, sum vann 2-0.