Súni Olsen verður ikki við í føroyska landsliðshópinum, sum skal stríðast móti Estlandi í komandi viku. Tað skrivaði Dimmalætting í gjár.
Súni Olsen hevur skaða í lærkrikanum, og miðvallarin hevur boðað Brian Kerr, landsliðsvenjara, frá, at hann verður ikki tøkur til landsdystin.
- Tað er eingin kjansur, at eg spæli, sigur Súni Olsen við Dimmalætting.
Hann verður helst ikki at síggja á vøllinum komandi mánaðin.
Dysturin millum Estland og Føroyar verður mikukvøldið hin 11. august.