Súni gjørdi vart við seg

Týskvøldið slapp Súni Olsen fyri fyrstu ferð at royna seg á besta liðnum hjá AaB, sum leikti venjingardysti móti Ørgryte úr bestu svensku deildini.

Dysturin var leiktur í Svøríki framman fyri eini 500 áskoðarum, og Súni Olsen var á bonkinum, tá ið dysturin var bríkslaður í gongd.

Rakti trýkantin
Gøtumaðurin slapp tó á vøllin, longu tá ið ein hálvur tími var leiktur. Henda tíman, ið Súni var á vøllinum, royndi hann seg á sentrala miðvøllinum, og sum skilst á heimasíðuni hjá AaB, www.aabsport.dk, stóð føroyski landsliðsmaðurin seg væl.
Heimasíðan skrivar millum annað, at Súni Olsen fekk víst, at hann væl megnar at verða við á hægsta støði, og gøtumaðurin hevði eisini eitt drønandi langskot á sjálvan trýkantin, og tað var um reppið, at svenski AaB-leikarin, Martin Ericsson, fekk beint returin í málið.
AaB vann dystin 2-1.