Tað hevur ljóðað í eina tíð, at Súni Olsen helst fór at leita sær eftir øðrum felag, nú Viborg noyðist eina deild niður. Og í dag verða tíðindini váttað av Steffen Højer, ítróttarstjóra í Viborg.
- Tað er rætt. Súni fekk okkara útspæl til nýggjan sáttmála fyri trimum vikum síðani, og hann hevur boðað okkum frá, at hann ikki tekur av, sigur Højer við www.bold.dk.
Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Súna, sigur við heimasíðuna, at teir í løtuni arbeiða við fleiri møguleikum fyri fótbóltsframtíðina hjá Súna Olsen.