Filmsfelagið bjóðar øllum føroyingum í biograf 9. og 10. august, tá felagið fer at vísa ein film um grindadráp.
Tað er filmurin The Islands and the Whales, ið skotin Mike Day hevur framleitt, ið felagið hevur fingið fatur á.
Hetta er ikki fyrsti filmurin, ið viðgerð evnið, men sambært filmsfelagnum, so er talan um mest gjøgnumarbeidda altjóða filmin um grindadráp í Føroyum, og arbeiddi Mike Day í fimm ár við filminum.
”The Islands and the Whales” varð frumsýndur í Toronta í Kanada og fekk góð ummæli. Síðani hevur filmurin verið sýndur í San Francisco og á altjóða filmstevnu í Edinburgh í Skotlandi. Starvsfólkini á ST háborgini, sum hava ábyrgd av havumhvørvi, hava eisini sæð filmin. Eftir ólavsøku fer Mike Day til Kýpros at visa filmin, og kemur so til Føroya at vísa filmin og geriða frá í Havnar Bio 9. og 10 august.
Frammanundan hevur Mike Day gjørt film um søguliga súluveiðu, sum enn er til, á skotska Súluskeri, Sula Sgeir. Filmurin, sum er í biograffilmslongd, kallast “The Guga Hunters of Ness” og hevur verið sýndur úti í heimi.
Føroysku sýningarnar, sum Filmsfelagið skipar fyri, eru almennar og verða í Havnar Bio 9. og 10. august 2016 kl 19:30.
Til ber at síggja eitt brot úr filminum við at trýsta á myndina.