Sí myndirnar: Nú er yogalærarin farin úr Føroyum

Hóast tógvið stríð eydnaðist ikki at fáa myndugleikarnar at broyta meining.

Seinastu dagarnar hava vit hoyrt nógv um indiska yogalæraran og føroysku fyritøkuna Yoga&Vælvera. Hetta tí, at Praveen Satthi og arbeiðsgevari hansara Mariann Klein Ivansdóttir endaðu í sera óhepnari støðu við danskar myndugleikar, tá ið arbeiðs og uppihaldsloyvi hjá Praveen skuldi endurnýggjast.

 

 

Júst hvat er hent í málinum kanst tú lesa um í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í handlunum í dag. Í blaðnum kemur millum annað fram, at tað er ein røð av misskiljingum og óhappum sum eru orsøk til, at Praveen Satthi í dag mátti fara av landinum.

 

 

Hesar myndirnar eru tiknar av Tróndi Dalsgarð á flogvøllinum í morgun, tá ið Praveen Satthi, eftir trý ár í Føroyum, mátti venda nøsina heimaftur til India, hóast hansara størsti ynski var, at virka og liva í Føroyum og at undirvísa teir 350 føroyingarnar, sum seinastu árini hava gingið til yoga og viðgerðir hjá honum.

 

 

Men í dag mátti hann og Mariann Klein Ivansdóttir geva skarvin yvir. Tað merkir so eisini, at í dag er ein føroysk fyritøka farin á húsagang – um enn ikki formelt enn.