Tað er ikki vandaleyst at siga frá flogbólti í høllini í skúlanum í Sørvági.
Hetta mátti frásøgumaðurin hjá FM1, Óli G. Samuelsen sanna tá hann segði frá dystinum í meistaradeildini hjá monnum millum SÍ og Mjølnir.
Mjølnir vann dystin rættiliga trygt 3-0 (21-25, 16-25 og 22-25). Mest serliga hendingin var tá støðan í triðja og avgerandi setti bleiv 24-22 til Mjølnir. Tá var bert talan um eina hársbreidd, at ein spælari hjá SÍ smashaði bóltin í andlitið á Óla G. Samuelsen.
Tað var ein ungur SÍ-ari sum var argur inn á seg sjálvan, ið sendi bóltin avstað sum mundi gjørt, at lurtararnir hjá FM1 ikki fingu dystarendan við, men Óli G. Samuelsen hevði tíbetur teir tiltiknu "marginalarnar" á sínari síðu í dag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI av Óla G. Samuelsen, og hoyr hvussu tað ljóðaði tá flogbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1 fekk eitt rimmar forskrekkilsi í triðja og seinasta setti.
HERber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Hoyr eisini samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við Ólav Jensen hjá SÍ og leikandi venjarin hjá Mjølni, Phil Freere.