Símun: Týdningarmikið at sigursrøðin helt fram

(Rás2) Hoyr HB-veteranin, Símun Samuelsen taka samanum 3-0 heimasigurin ímóti 07 Vestur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við HB-veteranin, Símun Samuelsen, sum kom á vøllin í seinna hálvleiki, tá HB vann 3-0 á 07 Vestur á heimavølli fyrr í dag.

 

Símun Samuelsen er fegin um, at HB helt sigursrøðini við sínum nú fjórða sigri á rað. Hann heldur talan var um ein dyst, har HB kom til væl fleiri málmøguleikar enn 07 Vestur.

 

Hóskvøldið spælir HB ímóti botnliðnum, ÍF norðuri í Fuglafirði. Símun Samuelsen ávarar um, at ÍF nú kann spæla frítt uttan nervar, og tí verður tað als ikki ein løtt uppgáva hjá HB.