HB - TB 3-0 (2-0)
Tað eru framvegis 22 ár síðani, at TB síðst vann á HB í Gundadali. Í gjár styrkti HB við 3-0 sigri um oddasessin. Sjey stig eru til næsta liðið, og í løtuni spolar HB við sjey míla ferð fram ímóti FM heitinum.
3-0 boðar frá sannførandi sigri, og soleiðis varð tað, tá ið sentrali og arbeiðssami miðvallarin Kristin R. Mouritsen tíggju minuttir eftir hálvleik økti um leiðsluna til 3-0. Men tað var ikki fyrrenn tá, at HB venjarin, Oddbjørn Joensen, kendi seg hampuliga vísan í, at tað enn eina ferð fór at eydnast at vinna øll trý stigini.
– Í hálvleikinum vóru vit ikki heilt álvuligir við støðuna. TB legði bragdliga fyri, og um marginalirnir høvdu verið við, so kundu vit í sambandi við hornasparksstøður havt fingið eitt ella tvey mál ímóti okkum. Mótstøðumenninir vístu góðan hugburð, teir vóru raskir og kontantir, uttan at teir á nakran hátt fóru um mark, og í 1. hálvleiki høvdu vit trupulleikar at fáa spælið at hanga nóg væl saman. Eftir steðgin vóru vit tilvitaðir um at taka eitt sindur frá, og tað riggaði betri við samanspælinum. Tá ið vit so skoraðu til 3-0, vóru vit meiri tryggir, sigur Oddbjørn Joensen.
Heini Vatnsdal og Fróði Benjaminsen fingu í 1. hálvleiki seg orduliga royndar á sentrala miðvøllinum ímóti Martini Tausen og Ndende. At TB verjan lá frammarlaga bar við sær møguleikan at stinga fram ímillum, og tað var í sovornum støðum, at Símun Samuelsen, sum í Grønkjær stíli, tá ið hesin hevði sínar bestu dagar, rann frá verjuni og átti uppleggið til øll trý málini. Tað fyrsta skoraði Andrew av Fløtum longu í 1. minutti, og tíggju minuttir seinni tvífaldaði Christian R. Mouritsen leiðsluna.
Ongin annar møguleiki
TB venjarin, Hans Fróði Hansen, iðraði seg um, at hansara lið ikki hevði skorað mál og vunnið stig, tí teir høvdu møguleikar til tað:
– Undan dystinum varð HB roknað sum stórfavorittur. Tí høvdu vit einki at tapa. Vit spældu okkum til møguleikar, og um teir ikki høvdu havt so góðan málverja, so høvdu vit havt skorað eina ella tvær ferðir. Tá ið alt kemur til alt, so er munurin á liðunum nakrir einstakir spælarar. At teir hava Símun Samuelsen og Andrew av Fløtum, sum báðir vóru væl upplagdir í álopinum, og Fróða Benjaminsen á miðvøllinum er munurin, heldur Hans Fróði Hansen, og so ummælir hann sítt lið:
– Á TB liðnum eru nógvir blaðungir spælarar, sum á ongan hátt hava royndirnar, ið nógvir av HB spælarunum hava. Fyri at fáa royndirnar, so er tað neyðugt, at teir spæla ímóti Andrew, Símuni, Fróða og hinum. Eg havi gott mót, og eg ivist ikki í, at okkara spæl fer at bera stig og sigrar við sær. Higartil hevur talan verið um rættuliga tættar dystir, tá ið sæð verður burtur frá fyrsta umfari, tá ið vit taptu orduliga í Sørvági, sigur Hans Fróði Hansen.
Andrew av Fløtum skoraði fyrsta HB málið, og hann var sjálvandi væl nøgdur við sigurin, sum at enda varð trivaligur:
– Teir vóru ágangandi og treiskir alla tíðina. Hjá okkum ráddi um at vísa, hvør dugur er í okkum. Vit eru framvegis vónbrotnir av, at tað ikki eydnaðist okkum at røkka hálvfinaluni í steypakappingini, men ímóti TB vístu vit tað, sum hevur borið okkum fram í landskappingini, og vit hava gott mót um, at tað skal bera okkum longri fram. Nú gleða vit okkum til at hitta grannarnar í B36 2. hvítusunnudag.
Bartal fyri fyrstu ferð
3. mai fylti Bartal Wardum 16 ár. Eina viku seinni skrivaði hann undir sáttmála við HB, og í gjár var hann fyrstu ferð á besta liðnum. Hann varð skiftur inn á vøllin í staðin fyri Heina Vatnsdal í 89. minutti.
Tríggir blaðungir
TB venjarin Hans Fróði Hansen arbeiðir við at seta ungar spælarar við á Tvøroyri. TB eigur nógvar evnaríkar spælarar, og í gjár vóru tríggir tanáringar á TB liðnum í Gundadali – Teitur Olsen (18), Poul Ingason (17) og Rógvi Joensen (19), sum er yngsti liðformaður í EFFO deildini.