25 ára gamli málverjin, Símun Rógvi Hansen, sum áður hevur spælt við HB og B71 verður partur av effodeildshópinum hjá AB komandi kappingarár.
Um Símun Rógva Hansen sigur Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum við heimasíðuna hjá AB: - Vit kenna hann frá 2010, tá vit leigaðu hann eitt stutt skifti frá HB. Vit høvdu góðar royndir av honum tá, og tað er ein fongur, at hann er komin út aftur til okkara. Rógvi er ein fittur persónur, og hann passar sera væl inn í hópin hjá okkum. Tað er nakað, sum vit ganga høgt uppí.
Talan er um ein eitt ára sáttmála. (Mynd www.ab.fo)