Fyrsta desembur tók Símun Jóannesarson Hansen við sum leiðari í kundatænastuni í BankNordik. Hann hevur áður verið fulltrúi í Heilsumálaráðnum.
Símun er 45 ára gamal. Hann er ættaður úr Saltangará, har hann eisini býr.
Hann er útbúgvin løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og síðani hann var liðugt útbúgvin – og eisini undir lestrinum – hevur hann arbeitt í heilsumálaráðnum og hesi seinastu árini í heilsu- og innlendismálaráðnum.