Símun Eliasen møguliga við

HB og NSÍ hava einaferð áður leikt steypafinalu, hetta var í 1988, og tá dróg HB longra stráðið

Fyrrverandi landsliðsleikarin úr Fuglafirði, Símun Eliasen, verður møguliga at síggja á HB-liðnum ólavsøkudag. Hann er heima í summarfríð, og hevur hann vant dúgliga við havnarmonnum.

Hóskvøldið var HB í Gøtu og spældi venjingardyst, og Símun Eliasen var at finna á vøllinum í Gøtu. Endaligi hópurin til finaluna um Løgmanssteypið varð úttikin í gjárkvøldið, og tá blaðið fór til prentingar, var ikki greitt, um Símun var við í endaliga hópinum.

HB flest steypasigrar
Síðan farið varð undir steypakappingarnar í 1955, hevur HB verið einaráðandi í kappingini. Av 47 møguligum steypasigrum hevur HB vunnið 25, og er hetta fleiri enn øll hini feløgini tilsamans.

Bert einaferð áður hava HB og NSÍ møtst í steypafinaluni. Hetta var í 1988, tá kappast var um Ísafjarðarsúluna, og tá vann HB dystin. Í tí dystinum var Jan C. Dam á liðnum hjá HB, og nú 14 ár seinni verður hann eisini við, tá liðini fara tørna saman fyri aðru ferð.

Seinast HB vann steypafinaluna var í 1998, tá felagið umframt steypakappingina eisini vann landskappingina. Finaludysturin endaði við 2-0 til HB ímóti KÍ. Í 2000 var HB aftur í finaluni, men tá máttu teir lúta fyri gøtumonnum.

Allir tøkir
Úr HB siga tey, at allir mans eru tøkir undan steypafinaluni. Eftir seinasta leikumfarð undan steðginum í landskappingini, fingu HB-leikararnir eina viku í feriu, og so varð herjað á aftur við venjingini.

Vant hevur verið so at siga hvønn dag, og menn eru væl fyri, verður sagt úr Havn. Síðstu vikurnar hava fleiri av leikararnum tikið sær frí frá arbeiði, so at møguleiki hevur verið at vant tvær ferðir um dagin. Hesa síðstu vikuna hava næstan allir spælarnir vant tvær ferðir um dagin, so ikki kann sigast annað enn, at havnarmennirnir taka uppgávuna í álvara.

Spælt tveir venjingardystir
Sum liður í fyrireikingunum til finaluna um Løgmanssteypið, hevur HB leikt tveir venjingardystir.

Sunnudagin vóru toftamenn á vitjan á Tórsvølli, og havnarmennirnir vunnu ein tryggan 3-0 sigur. HB var nógv betri enn B68 sunnudagin, og sigurin var sannførandi. Málini skutu Nicu Dogaru, Rúni Nolsøe og Bjarni Jørgensen

Hóskvøldið var HB í Gøtu, og tann dysturin endaði við javnleiki 1-1. Bæði liðini sýndu gott fótbóltsspæl, hóast veðrið ikki var av tí besta. Ímillum áskoðararnar í Gøtu var landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, ið eisini verður at síggja á Tórsvølli ólavsøkudag.

Verða í Havn á ólavsøku
Havnarfelagið hevur ongar ætlanir at fara úr Havnini á ólavsøku. Eitt nú í fjør fór B36 inn á Svangaskarð at binda frið undan steypafinaluni, men tað hevur HB so ikki valt at gera í ár.

Ætlanin er at venja í dag, og í annaðkvøld samlast HB-leikararnir til eina hugnaløtu.