Ósømiligt at viðgera persónar í tinginum

? Tað er ikki góður siður, at persónar verða viðgjørdir í løgtinginum, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður. Hann mælir til sjálvjustits millum tingfólk

Tá ið Høgni Hoydal mikudagin setti løgmanni ein munnligan fyrispurning um, at formaðurin í Búskaparráðnum hevði sagt seg frá orsaka av persónligum álopum frá leiðandi politikarum, stóðst eitt drúgvt og hart kjak av hesum.
Tingmenn løgdu ikki fingrarnar ímillum, og í umleið ein hálvan tíma var formaðurin í Búskaparráðnum í miðdeplinum í harða kjakinum.
? Um tingið vil hava ein fyrispurning svaraðan, so verður hann svaraður, men tað er ikki góður siður at viðgera persónar í tinginum, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður.
? Tingsins røðarapallur er tann fríasti røðarapallurin í landinum, men hann krevur eisini, at tingmenn kenna ábyrgd fyri tí, sum teir siga. Formansskapurin kann ikki verja seg fyri tí, sum tingmenn ætla sær at siga, men vit kunnu átala tað aftaná, sigur Edmund Joensen.
Hann mælir til sjálvjustits millum løgtingsmenninar, so at privatpersónar ikki verða viðgjørdir á røðarapallinum.
Eisini 2. næstformaðurin í løgtinginum, Vilhelm Johannesen, mælir frá slíkum kjaki, sum var í tinginum mikudagin.
? Vóru tað tingmenn ella landsstýrismenn, sum vórðu viðgjørdir á handan hátt, so var kjakið í lagi, men tað var alt ov persónligt ímóti einum manni, sum ikki kundi taka orðið ella svara aftur, sigur Vilhelm Johannesen.
? Og eg haldi, at Høgni Hoydal hevur høvuðsábyrgdina fyri, at vit fingu hetta kjakið. Hann setti formannin í Búskaparráðnum á dagsskrá í tinginum, og tað skuldi hann ikki havt gjørt av fyrstan tið, heldur Vilhelm Johannesen.