Tað er eingin ivi um, at tey gomlu bløðini eru eitt gullnám, tá ið tað snýr seg um Føroya søgu. Trupulleikin er bert tann, at tey eru so illa atkomilig. Tann einasti møguleiki er mikrofilmarnir á Landsbókasavninum, har bløðini kunnu lesast á einum skermi.
Hóast hetta er ein avoldað útgerð, so ber væl til at detta niður á áhugavert tilfar, samstundis sum leitað verður eftir øðrum. Men nú fer at henda nakað. Nógv hevur verið tosað um digitalisering av bløðunum. Hetta merkir fyri tað fyrsta, at bløðini kunnu lesast heima við hús á teldu. Eisini merkir hetta, at leitast kann eftir einum ávísum navni. Tann sum hevur hug at leita t.d. eftir Jóannes Patursson kann tá finna allar tær greinir, har hann er nevndur. Tað ljóðaði í fjør, at 2013 var árið, har hetta skuldi henda. Hetta kom í drag, men nú siga tey á landsbókasavninum fyri vist, at seinni í ár verður hetta klárt. Tey munnu vera mong, sum gleða seg til tað.
Hesin og komandi tveir partar í hesi røð er úrslit av leitan við teirri gomlu útgerðini.
Í fyrsta umfari er talan um ein spennandi 100 ára gamlan kollfirðing, Sámal Jacobsen. Dimmalætting hevði tríggjar greinir um hann. Fyrst eina samrøðu í 1931, síðan 100 ára føðingardagsgrein í 1935 og so minningarorð, tá ið hann doyði seinni sama ár. Sámal varð føddur í 1835, ella fyri nærum 180 árum síðani. Søgan byrjar í 1855 tá ið hann er um 20 árs aldur. Hetta ger hana jú serliga áhugaverda, tí tað tykist sum at skrivað er niður júst sum Sámal hevur greitt frá.
Her partvís ein lýsing av tíðini tá. Eisini er greitt frá hendingum, sum ikki hava verið kendar fyrr.
Hetta verður so ein samanskriving av umrøddu greinum. Um onkur er, sum veit meira enn hetta vil eg fegin frætta, so kann hetta koma við í komandi parti. Greinin frá 1931 hevur hesa yvirskrift:
Samuel Jacobsen á Kjalnesi
- Ein góður gamal føroyingur
Tað verður mangan sagt um føroyingar, at tað er merkiligt, sum teir kunnu vera treystir og áhaldandi bæði til fjals og fjøru, á landi og sjógvi. Og vist er tað, at mangir eru teir, ið koma høgt til árs, ja, tað hendir seg, at teir verða 100 ár og meira.
Tó – veteranarnir, ið leggja so høgan aldur aftur um bak, kunnu teljast, men teir finnast. Ein av hesum góðu, gomlu føroyingunum er Samuel Jacobsen, bóndi á Kjalnesi í Kollafirði ella, sum vit betri kenna hann, Sámal á Tanganum, ið er 97 ára gamal, og sum tó enn ger alt arbeiði bæði úti og inni.
Vit hava havt eina samtalu við henda góða gamla føroying og biðið hann sagt okkum eitt sindur frá tí, hann kann minnast aftur í tíðina. Rímiligt hevur hetta eydnast væl, tí Sámal er ikki bert ein sera fittligur maður, men hann er við sítt fulla vit og skil tann dag í dag, ja, mær er sagt sum fyrsta dagin. Her eru nøkur hugskot, soleiðis sum hann sjálvur greiðir frá:
Á handilsferð til Havnar
Ikki meira enn 22 ára gamal byrjaði eg at handla á Tanganum í Kollafirði, her var eg í 29 ár. Tá kom prestur Dahl og gjørdi meg til uppsitara á Kjalnesi. Áðrenn eg kom higar hevði eg verið 2-3 ár húskallur hjá prestinum á Nesi, eftir at hava verið hjá honum í Hvívík. Her á Kjalnesi havi eg nú verið bóndi í 45 ár og stíla og stýrt fyri øllum garðinum. Tvær ferðir havi eg verið giftur. Við tí fyrru konuni átti eg seks gentubørn – við hesi seinnu konuni einki barn.
Fyrr í tíðini var alt upp á annan máta, ja, eg skal siga tær góði mín, fólkið var meira fátækt, tá eg var ungur, enn hvat tað er nú. Fólkið fekk tá alla føði av landinum.
Fyri Havnarfólk kundi tað ofta og títt koma væl við í konguligu handilstíðini, tá bygdabátarnir komu hagar við fiski og troyggjum at avreiða og fáa kaffi, sukur, korn og tílíkt afturfyri. Tá fingu tey pengar og annað fyri at hýsa okkum. Serliga um jóltíðir kundi tað koma væl við fyri Havnarfólk. Tá var Havnin fátæk.
Tá ið vit komu til handilin, mátti hvør bátsførari skriva bátsnavn og staðanavn upp á fýrkantar i úthurðini – og tað ráddi um at skunda sær, tí hann ið fyrst skrivaði við kritinum, var fyrst ekspederaður. Kornið lá í Vágsbotni, meðan hosnamaðurin hevði hosur og troyggjur í Tinganesi.
Seinni kom Skibstedshandil. Hann dreiv heimakrambúð og hjálpti nógv fólkinum við at keypa vørur frá teimum og lata tey fáa kornvørur í staðin fyri – serliga frá Suðurjutlandi, frálíkt korn var. Tá var korn turkað í landinum. Raskir bøndur kappaðust um at turka sum mest í sornhúsunum.
Eg havi havt korn og selt ikki lítið, nú er tó givin uppat við tí. Tað var vanligt hjá mær at fáa 8-9 tunnur um árið.
Nú á døgum royna einstakir menn at dyrka korn, men ikki ber væl til. Eg veit, at Kaldbaksmenn vóru óførir kornmenn fyrr, men so doyr út so við og við har eisini. Útróðurin er komin í staðin. Ungdómurin fer burtur og er júst heimani frá í tí tíðini, hetta arbeiðið eigur at fara fram, og nógv av teimum gomlu eru ikki før fyri hesum. Og hvat er úrslitið? Ja, eg skal siga tær, ov lítil dentur verður lagdur á landið.
Tað gekst mær yvirhøvur væl sum útróðrarmaður. Altíð fekk eg líka nógv, og allir vildu koma við mær, teir vóru fleiri um boðið. Tríggjar bátar havi eg átt og enn standa tveir hjá mær í neystinum.
Pápin bygdi Hvítanes
Nú skal eg greiða eitt sindur frá, hvussu eg eri aldur upp, og í hesum viðfangi skal eg siga eitt sindur um Hvítanes, ið bygt varð í mínari tíð.
Teir vóru fýra, menninir ið bygdu Hvítanes, nevniliga Jákup Poulsen (faðir mín), Dánjal Petersen og ein, sum æt Jógvan Joensen, ættaður úr Jolluni og so Lamba Poul, sum hann var nevndur. Hesir tríggir vóru allir kollfirðingar.
Eg var føddur á Miðgerði. Mamma mín var dóttir kongsbónda Samuel Peter Petersen. Faðir mín hevði ikki nógv av hesum jarðarríkis góðsi. Foreldur míni áttu tveir synir, beiggi mín æt Poul og var 2½ ár eldri enn eg. Foreldrini skuldu nú til Hvítanesar við okkum. Men tá heldur omma mín fyri: »Eg skal hava tann yngra drongin eftir hjá mær.« So varð, sum hon hevði sagt, og her vaks eg so upp hjá ommuni á Miðgerði.
Úr Hvítanes søgu:
Kona Jákup, Súsanna, var eisini úr Kollafirði Jákup var tiltikin handamaður. Hann gjørdi byrsu av nýggjum. Onkur hevur undrast yvir, hvussu hann hevur fingið borað út úr hesi jarnstongini, men hon skuldi síggja so út sum ein byrsa komin niðri frá. So er byrsan liðug hjá honum, men hann lítur henni ikki rættiliga til. Fyrst hann skuldi skjóta við henni, bant hann hana at einum plógbonki og hevði band á stillipinninum, so um hon skrædnaði, varð ikki skaði. Jú væl bar til, hon helt. Og hon bar ógvuliga langt, hon var so trongt borað.
Jákup var ein av teimum á Hvítanesi, sum gjørdist katolikkur. Hetta var millum 1863 og 1869. Tað hevur verið sagt, at konan fór frá honum, tá ið hann skifti trúgv, men tey vóru so saman á Hvítanesi í 1873. Tað hevur í hvussu er kravt dirvi tá í tíðini at fara frá »fedranna trúgv«.
Jákup doyði 25. apríl 1889 og varð jarðaður á Svínaryggi.
Húskallur hjá presti
Og so skalt tú vita, eg kendi ikki foreldur míni fyrr enn eg var 8 ára gamal, men eg var væl aldur upp. Morbróður mín lærdi meg eitt og annað, hann æt Símun Petur.
Har varð eg so upplærdur til 20 ára aldur. Tá kom prestur ein dagin og vildi hitta henda unga mannin. Hann bað meg koma at vera húskallur hjá sær. Illa vildi omma ganga við til hetta, men eg var fúsur sjálvur at fara. Eg varð so húskallur hjá prestinum. Tað einasta eg óttaðist fyri var, at eg hevði hoyrt, at kona prest var so ógvuliga snarsint og donsk og ring at fata. Hetta segði eg við prestin. »Men Herregud Jacobsen. De forstaar jo mig« svaraði hann aftur. Lønin var 20 dálar um árið, og hetta var ein stórur peningur tá í tíðini. Dagurin, eg skuldi taka við, varð ásettur til 3. mai (flytidagin). Fór eg so til Kvívíkar. Men tá ið eg beint eri komin, ja, tá kemur prestakonan sjálv ímóti mær: »Goddag Jacobsen og velkommen!« sigur hon og er bæði blíð og týð.