Sámal og Ronnie í Danmark

Sámal og Ronnie spæla nógv fyri tíðina og teir fara nú til Keypmannahavnar at vitja føroyingar har.

 Fríggjakvøldið og leygarkvøldið fer vælroynda føroyska duoin Sámal Rávnsfjall og Ronnie Nielsen at syngja og spæla á Skarv í Keypmannahavn. Teir hava áður roynt seg á staðnum, har hýrurin var góður. Sámal syngur, blæsur í munnhørpu og spælir guitar, meðan Ronnie syngur og spælir guitar. Teir spæla egnan tónleik og ymiskt annað blandað.