Sámal fleyg fyrsta túrin

Tað var Sámal Danielsen, flogskipari hjá Atlantsflog, sum fekk heiðurin at føra nýggja Airbus 319 flogfarið heim av fyrsta túrinum í Hamburg í gjár.??

Farið var av flogvøllinum við verksmiðjuna hjá Airbus, sum er í Hamburg. Av hesi verksmiðju verða latin í miðal 42 flogfør um mánaðin, um enn tað ikki er hvørja ferð, at keyparin møtir upp við stjórnarleiðara.??

Við til hátíðarhaldið í Hamburg vóru eini 100 fólk og fjølmiðlar úr ymsum londum. Røðarar vóru m.a. Chris Buckley, Airbus, Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.?

Sørvágs Tónleikarafelag var eisini við til hátíðarhaldið og frumframførdi tónleikaverk, sum Atli Kárason Petersen hevur skrivað til høvið. Verkið varð aftur framført á flogvøllinum í Vágum, tá flogfarið hevði sett seg.

Á flogvøllinm hildu Johan Dahl, landsstýrismaður, og Bjarni A. Bjarnason, nevndarformaður í Atlantic Airways og Finnbogi Niclasen, stjóri í Vága Floghavn, røðu.