Høvuðsvenjarin hjá AB, Sámal Erik Hentze, og formaðurin í FC Argjum, Sjúrður Olsen skinu kapp við sólina, tá teir vitjaðu sendingina "3. hálvleik" á Rás2 fyrr í dag. - Tað er bara so ótrúliga stuttligt at vinna, greiddi ein fegin Sámal Erik Hentze frá. 3-1 sigurin hjá AB ímóti Víkingi hevur tendrað vónina úti á Argjum, og koma nøkur fleiri stig á kontuna áðrenn summarsteðgin, so er trúligt, at AB fer at styrkja um álopspartin hjá sær. Sámal Erik Hentze undirstrikar tó, at tað framvegis er týdningarmikið at taka ein dyst í senn.
Høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen vitjaði eisini "3. hálvleik", og hann var ógvuliga vónbrotin um, at hansara spælarar ikki fingu tað at hanga saman í dystinum í dag. Hann staðfesti, at talan var ikki um eina umbering, men tað gjørdi so ikki fortreytirnar lættari, at ein tung hálvfinala í kappingini um løgmanssteypið hekk í beininum á spælarunum hjá Víkingi.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra tað, sum Sámal Erik Hentze, Sjúrður Olsen og Jógvan Martin Olsen søgdu í "3. hálvleiki".