Vitnið hevur sambært bretska blaðnum Daily Mail greitt frá, at Madeleine McCann var í einum flogfari, sum fór til Sao Paulo í Brasil, og Interpol váttar fyri blaðnum, at málið verður kannað.
- Tað er hálvur annar mánaður, síðani vitnið helt seg síggja Madeleine. Vit kanna málið enn, men eg kann ikki siga nakað um tað, sigur Jorge Pontes, sum er ovasti í Interpol, við Daily Mail.
Sambært Interpol-ovastanum heldur vitnið uppá, at tað var Madeleine McCann, sum var í flogfarinum til Sao Paulo.