Ársins miðvallari í mansfótbólti í ár er Sølvi Vatnhamar úr Víkingi. Hann hevur skotið heili 14 mál í Effodeildini, og eftir at hann fekk heiðurin, viðgekk hann, at hetta nokk er hansara besta ár higartil.
Ja, tað kanst tú siga. Tað, sum gevur uppmerksemi, eru mál, og eg havi fingið rættiliga nógv í ár. Og ja, hetta má vera besti formurin eg havi verið í, segði Sølvi við Rás2.
Í kvinnudeildini var tað Rannvá B. Andreasen, sum varð kosin besti miðvallarin. Hon er best kend sum málslúkur í álopinum, men í ár hevur hon fyri tað mesta spælt á vinstra vongi. Hon hevur í ár skotið 17 mál í 1. deild hjá kvinnum.