TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við landsliðsspælaran hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar aftaná Sølvi og liðfelagarnir høvdu mist ein 2-1 sigur úr hondum í allarseinastu løtu av dystinum í Hólmanum á Eiði, tá EB/Streymur javnaði til 2-2.
Fyri Sølva Vatnhamar er tað eitt vónbrot, at Víkingur setir ov nógv stig til ímóti botn 5 liðunum í Betrideildini. Hann er avgjørdur um, at Víkingur eftir málmøguleikunum átti at vunnið 6-1 ella 5-1 á EB/Streymi í dag.
Sølvi Vatnhamar slær fast, at gongdin hjá Víkingi má vendast nú um liðið skal vinna seg í Europa League komandi summar.
Samrøðan FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham hoyrist HER










