Í eina tíð hava lokalir matframleiðarar í Norðoyggjum havt møguleika at selja matvørur í smáttunum, sum hava staðið við bátabrúgvarnar. Talan hevur verið um m.a. turt kjøt, kjøtpylsu, rullupylsu, røst seyðarhøvd, blóðpylsu, garnatálg, rabarbusúltutoy og turr lambstjógv.
Hetta hevur m.a. verið ein liður í umhvørvisátakinum Slóða fyri hjá Klaksvíkar kommunu, har eitt av endamálunum er at skapa eitt stað í býnum, har lokalir matframleiðarar hava møguleika at selja sínar matvørur.
Atli S. Justinussen, formaður í Havna og Vinnunevndini, hevur sagt, at tað er stórur tørvur á at fáa eitt sølutorg við bátabrúgvarnar í Klaksvík. Tí verður nú farið undir at menna umstøðurnar til slík endamál.
Í hesum sambandi hevur kommunan, saman við Norðoya Kunningarstovu, skipað soleiðis fyri, at tað verður ómakaleyst hjá áhugaðum seljarum at royna hendan møguleikan.
Annika S. Biskopstø, forkvinna í Heilsunevndini, sigur, at sum frálíður kann eitt slíkt torg verða ímyndin av eini burðardyggari matvinnu, har møguleiki er at keypa lokalar vørur. Tí hevur tað ómetaliga stóran týdning, at vit longu nú kunnu gera okkum nakrar royndir, har vit varpa ljós á mat í nærumhvørvinum og teir umhvørvisligu fyrimunirnir, sum standast av at keypa lokalan mat-
– Eg eri sannførd um, at eitt slíkt sølutorg gera sítt til, at fólk fara at hugsa meir um alt tað fantastiska tilfeingið, sum vit hava í okkara nærumhvørvi, sigur Annika S. Biskopstø. Tí vónar hon, at tey, sum hava áhuga fyri at selja føroyskan, burðardyggan mat, eisini taka av hesum møguleikanum.
Annika S. Biskopstø sigur at fær hetta góða nóg stóra undirtøku kann talan verða um at menna sølutorgið alsamt, so at fleiri vørur verða at fáa.
Seinni fer býráðið so at skipa sølutorgið og tá fara at byggja á royndirnar hjá teimum, ið hava selt í smáu smáttunum hjá kommununi, og harvið geva teimum enn betri umstøður, soleiðis at hendan vinnan kann mennast enn meira.











