Sølustevnan 30 ár

Liðin eru 30 ár siðani at skipað varð fyri vørumessu í KÍ høllini á fyrsta sinni

Hóat tað í ár eru liðin 30 ár síðni, at fyrsta vørumessan varð hildin í KÍ høllini, sreu eru vørumessur eldri enn so í Klaksvík.

Í 50?unum varð skipað fyri eini messu íbygninginum hjá Vigant Jensen, sála, sum vit í dag kenna sum bygningin har eitt nú Karl Nielsen, Eiler Rasmussen, Grillin og aðrar fyritøkur í dag hava til húsa.

Eisini beint undan fyrstu stevnuni í Ítróttarhøllini, skipaðu menn í Klaksvík fyri vørumessum upp á Spinnarínum við Borðoyarvík.

Hóast nógvar sølustevnur hava verið hesi 30 árini, so hava stevnurnar tó ikki verið fyriskipaðar samanhangandi, men sera nógvar hava verið.

Fyriskipararnir hava verð ymiskir til tær ymsu stevnurnar.

Men hesi seinastu árini hevur tað veri Áhugafelag Klaksvíkar Ítróttarfelags, ið hevur skipað fyri, og sigast kann, at teir eru komnir sera væl frá tiltakinum. Stílur hevur verið yvir stýringini, og tá heilir 32 luttakarar eru trýstir inn í høllini hesaferð og eini fýra fimm standa uttanfyri, sum vóru ov seinir at melda til, ella sum ikki sluppu orsakað av at ov fult var.


Endamálið við framsýningini má sigast at vera gott. KÍ, høllin, vøllurin og ítróttarøkið sum heild hevur ávirkan á nær umhøvrt eitt einasta húskið í Klaksvík. Stadionøkið liggur mitt í býnum, og hetta ger, at bæði børn og eldri detta oman á plenuna, um tað so er til at stuttleika sær, hyggja at dysti, ella bert at fa´ra oman tá venjingar eru ela børn spæla á vøllinum, at fáa sær eitt prát ella stytta sær um stundir annars.