Sølu- og krambafólk fáa 2,37 prosent afturat

Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið hjá sølu- og krambafólki, S & K, hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er á sama støði sum hinir sáttmálar Føroya Arbeiðsgevarafelags.

Í gjár skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og S & K undir nýggjan tvey-ára sáttmála.

Umframt tillagingar og broytingar í sjálvum sáttmálanum hevur semjan við sær eina lønarhækking á 1,23 prosent 1. mai í ár og 2,0 prosent 1. mai 2012. Eisini hækkar eftirlønin við 0,46 prosentum 1. mai 2012, og er hon tá komin upp á 13,11 prosent.

Saman við broytingunum í sáttmálanum gevur hetta ein samlaðan karm á 1,25 prosent 1. mai 2011 og 2,37 prosent 1. mai 2012.