Stór ávirkan merkir ikki altíð góð ávirkan, her velst um, hvat verður sungið, til hvønn, um hvat av hvørjum. Eitt dømi um góða ávirkan var at hoyra úr Klaksvík sunnudagin herfyri.
Kanska verða teir blóðsdroparnir í mær, sum hava sín uppruna í Klaksvík, serliga heitir, tá tónarnir koma haðani, men eitt er vist, tann upplivingin eg fekk úr radiotólinum henda dagin breyt allar avmarkingar. Sálmasangurin lyfti meg upp um alt smátt og grátt og situr mær í merginum enn.
Tankin tók í meg, sanniliga búgva fólk her, sum meina tað, tey syngja, sum veruliga syngja tað tey meina. Ikki so at onnur ikki meina tað, men her hoyrdist nakað langt omanfyri alt. Nú hvítna tindar ikki longur við sorg, men við vón og takksemi fyri Guðs góðsku til okkara, við einum friði, sum ber av øllum mannaviti.
Hetta skal ikki fatast sum skammrós tí skammrós er nakað, ið ein ikki meinar.
Men líkamikið hvat tað kallast so viknar mín tøkk til Klaksvíkar ikki eitt vet og Guð løni tykkum fyri tað.










