Noreg: Á nýggju fløguni eru savnaðir saman ein hópur av góðum sálmum.
Mette-Marit krúnprinsessa hevur skrivað eina stutta frágreiðing til hvønn einstakan sálm, har hon greiðir frá, hví júst hesin sálmurin varð valdur.
Norska blaðið VG skrivar, at tekstirnir eru at meta sum eitt andaligt testamenti hjá Mette-Marit.
Hon tekur m.a. soleiðis til: “Sálmarnir eru eitt bindilið millum meg og Gud, og millum meg og lívið”. Sálmurin “Mær halda Harrans hendur” hevur serliga ávirkan á ræðslu hennara at flúgva.
- Við hesum sálminum finni eg hvílu. Hann er ofta við mær, tá eg eri úti og ferðist við flogfari og havi tørv á at gerast rólig, skrivar krúnprinsessan.
Fløgan “Sorgen og gleden” spratt úr einum hugskoti frá Erik Hillestad í Kirkelig Kulturverksted. Eftir at Mette-Marit segði seg stuðla hugskotinum vórðu upptøkurnar gjørdar í januar mánaði í ár.
Mette-Marit hevur sjálv valt bæði sálmar og tey, ið framføra teir á fløguni. Hon luttekur sjálv á fløguni við upplestri úr Gamla Testamenti, og er annars við í sjálvari framleiðsluni.
VG skrivar, at krúnprinsessan er meta sum ein ortodoks trúgvandi kristin, sum haraftrat vísir til røturnar frá pietismuni.
- Hetta ber boð um eina siðbundna, ítøkiliga og persónliga Gudstrúgv, skrivar altso blaðið
Bæði fjølmiðlagranskarar og biskuppar í Noregi eru sera positivir til at norska krúnprinsessan á henda hátt vil geva almenninginum innlit í hennda stóra áhuga fyri teimum góðu og gomlu sálmunum.