Sólin skínur í Fragd & Fimi

Nú veturin nærkast og tað er við at gerast kaldari í veðrinum, munnu tað verða mong, sum leita sær í tær ymsu sólmiðstøðirnar í Havnini. Fragd & Fimi Yviri við Strond í Havn, hevur júst fingið spildur nýggjar sólir, so nú kunnu øll, ið ynskja tað, leita sær ein túr í Sun City at verma seg og harumframt fáa eitt sindur av liti

 

Sólir


Tær fýra sólirnar, sum eru í kjallaranum í Fragd & Fimi eru sokallaðar UWE sólir. Tað, sum er serligt við hesum UWE sólunum er, at tær brúka meira streym, og tað vil siga, at tær nýtist minni tíð til at gerast brúnur enn við øðrum sólum.

- Vit eru einaumboð fyri UWE sólir í Føroyum, sigur Jana Eidesgaard Thomsen, sum rekur Fragd & Fimi.

- Um tú til dømis plagar at taka sól í 16 minuttir, so nýtist tær bert at brúka 12 minuttir í nýggju UWE sólunum.


Breeze og aroma


Sum nakað heilt nýtt hava sólirnar í Sun City "breeze" og "aroma". Hetta er nakað, ið ein kann stilla inn sjálvur. Um trýst verður á ein knøtt kemur dampur úr sólini, og um trýst verður á ein annan knøtt kemur eitt slag av vælangandi lukti úr endanum á sólini.

- Til ber at keypa sólkort, sum bert kunnu nýtast her, greiðir Jana frá.

- Ofta verður gloymt at veksla, men her ber til at brúka bæði seðlar og myntir. Tá tú brúkar sólkortið fært tú 10% avsláttur fyri hvørja ferð. Annars kosta seks minuttir 30 krónur. Fyrimunurin við sólkortinum er, at so sleppur tú frá at hava pengar við, og harumframt kann sólkortið nýtast av allari familjuni.

Styrkin til sólirnar kann stillast inn, soleiðis, at tú sjálvur velur, hvussu sterkar tær eru, og hvussu nógva luft tú vilt hava at blása. Eitt annað nýtt við sólunum er, at tær hava ein sokallaðan "bingo"-knøtt. Hesin knøttur verður nýttur, um tú vilt hava tveir minuttir eyka av andlitssólini. Tá vanliga sólin er sløknað heldur andlitssólin fram í tveir minuttir eyka.

- Vit fara eisini at fáa eina kremmaskinu, sum skal standa í gongini, men hon er eitt sindur ov sein. Hon kemur helst fyrst í komandi viku, fortelur Jana.

- Har kanst tú keypa ymisk krem. Okkurt krem verður til at smyrja á áðrenn, so tú verður skjótari brúnur. Eisini verður okkurt annað krem, sum heldur uppá fuktin í húðini.

Sun City sólirnar hava øðrvísi rør enn aðrar sólir. Til dømis eru akslaperurnar deildar sundur í tvey, soleiðis at tú ikki brennur teg í skallan um tú hevur tunt hár. Harafturat eru rør á síðunum, og andlitssólin hevur 12 dupultar perur. Umframt alt hetta hava sólirnar eina "lightglass" plátu sum ger, at strálurnar deila seg betur, og liturin kemur skjótari á.

- Vit lata upp í dag klokkan 13.00 og vit fara at hava opið frá klokkan 7.00 um morgunin til klokkan 23.00 um kvøldið. Sjálvt um sólirnar hoyra til Fragd & Fimi verða fólk noydd at ganga inn í kjallaranum, sigur Jana Eidesgaard Thomsen at enda.