38 ára gamli Sólfinn Hansen úr Klaksvík var ein av teimum, sum fekk skaða í yvirgangsálopinum í Brússel. Hann var staddur á metro-støðini Maalbeek, har ein bumba brast.
- Eg minnist einki frá hendingini. Eg vaknaði í einum sjúkrabili og fekk har at vita, at eitt yvirgangsálop hevði verið, og eg hevði fingið skaða, greiðir Sólfinn Hansen donsku sjónvarpsrásini TV2 frá.
Sólfinn Hansen fekk ein minni snudd í høvdið og varð útskrivaður av sjúkrahúsinum dagin eftir álopið.
- Tað kendist óveruligt. Eg hugsaði, at hetta kundi ikki henda mær, men tað gjørdi tað, sigur Sólfinn Hansen.
Hann er nú komin heim til Føroya aftur, men er framvegis skelkaður av hendingini í Brússel.
- Eg skal nokk koma fyri meg aftur, sigur Sólfinn Hansen við TV2.
28 fólk og tríggir yvirgangsmenn lótu lív í álopunum á flogvøllin og metro-støðina Maalbeek í Brússel.
Her kann innslag hjá danska TV2 síggjast.










