Sólarmyrkingin dregur ferðafólk til Føroyar

Á Tvøroyri leggja tey merki til, at nógv ferðafólk koma úr USA, Kanada og Avstralia

Tað at umleið 10.000 fleiri ferðandi hava verið við Smyril frá mars til mai í ár samanborið við í 2017 er ikki nakað, ið kemur óvæntað á Pólu Strøm, leiðara fyri skrivstovuna hjá Visit Suðuroy á Tvøroyri.


- Vit merkja at størri áhugi er fyri Suðuroynni sum ferðavinnustað. Vit hava nógv at gera og síggja nógv fleiri ferðafólk í býnum. Tey koma inn til okkara at spyrja um alt frá matstøð til útferðir og annað, upplýsir Póla Strøm.


Av teimum sum koma á gátt í kunningarskrivstovuni eru tað fleiri, ið eru komin til Føroyar, tí tey hoyrdu um oyggjarnar í samband við sólarmyrkingina í 2015.


- Tað eru flest útlendingar, ið koma suður og tað er munandi meira enn áður. Í ár koma nógv av teimum úr Kanada, USA og Avstralia. Eg havi spurt hvussu tað ber til, at tey koma hendan vegin, og svarið er, at tað er gjøgnum sólarmyrkingina, at tey hava hoyrt um Føroyar, greiðir Póla Strøm frá.