Fróði Sandoy er kórleiðari, og kórsangararnir, sum eru 24 í tali, hava heimstað ella
tilknýti til Kirkjubøar kommunu. Tó eru eisini tveir sangara úr Fuglafirði við á ferðini. Farið varð úr Føroyum umvegis London hósdagin, og
ferðin varðar í eina viku.
Kórið syngur bæði nýtímans og eldri meira klassiskan kórtónleik. Av føroyska tilfarinum kunnu nevnast verk eftir Bjarna Restorff, Paula í Sandagerði,
Sunnleif Rasmussen og Kára Bæk. Eisini sálmar, millum annað eftir Kingo, og
okkurt kvæði eru á skránni. Umframt føroysk verk, syngur kórið eisini
norskan, íslendskan, franskan og russiskan (Rachmaninov) tónleik.










