Súlan og Alfa Pilot røkja Svínoynna og Fugloynna

Strandferðslan hevur gjørt av, at Alfa Pilot skal sigla til Svínoyar og Fugloyar, tá tørvur er á tí. 25. septembur skrivaðu Strandferðslan og Sp/f Komet í Klaksvík undir sáttmála um, at Strandferðslan skal leiga Alfa Pilot, sum skal verða tiltaksskip á leiðini til Svínoyar og Fugloyar.

Strandferðslan skrivar á heimasíðu síni, at Alfa Pilot skal sigla við ferðafólki millum Hvannasund-Svínoy-Kirkju og Hattarvík, tá ið tørvur er á tí.

Annars røkir Súlan siglingina til Svínoyar og Fugloyar, soleiðis sum skipið hevur gjørt tann seinasta mánaðin, men Johan Dahl, landsstýrismaður, vónar, at Ritan kann setast í siglingina beint eftir ársskiftið. Tað sigur hann við Norðlýsið.