- Endiliga hóma vit summarið, so nú er at sleppa sær út og njóta tað. Sólin lívgar eftir langa og kalda veturin.
Í sínari heimasíðu hevur Krabbameinsfelagið nøkur sonevnd sólráð, tí felagið heldur tað vera umráðandi, at fólk ansa sær í sólini, bæði tá farið verður út í urtagarðin, niðan í hagan, á flot ella til okkurt heilt annað.
- Ikki øll vita, at tú longu hevur skoldað teg, tá húðin gerst reyð, og hetta er langt áðrenn, at tú ert vorðin blóðreyð/ur og møguliga hevur fingið bløðrur.
Felagið vísir á, at tá fólk fáa ov nógv av vandamiklum uv-strálum, verður húðin reyð. Jú, oftari tú hevur skoldað teg, og tess fleiri uv-strálur tú fær gjøgnum lívið, jú, størri er vandin fyri húð- og móðurmerkjakrabba.
- Tí er umráðandi at verja seg fyri sólini, sigur Krabbameinsfelagið sum heitir á fólk um at fylgja trimum sólráðum um skugga, klæði/sólhatt og sólkrem, sum felagið hevur á sínari heimasíðu - www.krabbamein.fo
Felagið vísir á, at okkum nýtist ikki at skýggja sólina, men tað ræður um at brúka vanligt vit og skil, tá vit eru í sólini.
- Verjið eisini børnini fyri sólini, tí jú oftari eitt barn er vorðið sólskoldað, jú størri er vandin fyri krabbameini í húðini seinni í lívinum, siga tey í Krabbameinsfelagnum.